Støðan hjá stuðlum í fólkaskúlanum er undir alt lágmark.

 


 

Vit kunnu staðfesta, at tó at eingin forðing sigst at vera fyri fastar setanir, verða námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum bert settir fyri eitt skúlaár hvørja ferð.

At stuðlar ikki kunnu fáa føst størv merkir bæði, at ein øgiligur ótryggleiki er um starvið, umframt at tað kann ávirka trivnaðin hjá stuðlunum, soleiðis at teir velja at søkja aðrar leiðir. Avleiðingin av hesum er m.a. at barnið/næmingurin skal fyrihalda seg til nógv ymisk fólk, og at upplærdir førleikar og royndir fara fyri skeyti.

Vit kunnu staðfesta, at tímatalið, ið lýst verður eftir í fólkaskúlanum, ikki røkkur til toymisarbeiði, foreldrasamstarv ella til fundarvirksemi yvirhøvur, og er hetta ikki nøktandi. Hetta merkir, at tað er trupult at gera eina heildarætlan og heildarmynd, sum skal til fyri at tryggja, at tað sum arbeitt verður við, veruliga er tað, sum er neyðugt. Uttan samstarv um barnið/næmingin, er trupult at flyta tað fram á leið.

Harafturat hava vit ein grundaðan illgruna um, at fakligir førleikar ikki verða virdir, tá ið vit síggja, at serstovur, sum hava eina “hægri” flokkan, vera mannaðar við ófaklærdum starvsfólkum.

Ein grundaður ivi er um, at faklig atlit ikki verða tikin til tørvin hjá barninum/næminginum, meðan tað tykist greitt, at tað bert verða tikin fíggjarlig atlit.

Eisini er tað skakandi, at førleikamenning av stuðlum í fólkaskúlanum ikki verður raðfest, tá tað vísir seg, at teir sjáldan ella ongantíð hava atgongd til skeið ella líknandi. Hetta er als ikki nøktandi! Námsfrøðiligu stuðlarnir eiga bæði at verða førleikamentir í mun til tær avbjóðingarnar, ið barnið/næmingurin hevur, umframt at teir eiga at sleppa á somu skeið sum lærararnir - serliga tá ið hugsað verður um, at stuðlar og lærarar arbeiða tætt saman, og eiga teir tí sjálvsagt at fáa somu vitan.

Tað er nógv, sum bendir á, at tá ið fólk verða sett, verður ikki tikið hædd fyri, at arbeiðsorkan og/ella førleikarnir hjá tí setta er í samsvar við tørvinum hjá barninum/næminginum. Heldur er tað tann “bíligasta” loysnin, sum verður raðfest - tað er bíligari at velja eitt ófaklært fólk framum ein námsfrøðing, og tað er bíligari at velja námsfrøðing fram um ein lærara.

Flestu av umstøðunum nevndar her, er landsstýriskvinnan vitandi um, eins og undanfarni landsstýrismaðurin í Mentamálum var vitandi um tað. Og tó ger Mentamálaráðið einki.

Føroya Pedagogfelag hevur nú í rúma tíð roynt at fáa greiðu á viðurskiftini hjá stuðlunum í fólkaskúlanum, men einki rínur við.

Hetta er ikki rímiligt, hvørki fyri okkara limum ella fyri børnunum – og Føroya Pedagogfelag vil tí enn einaferð heita á Landsstýriskvinnuna í Mentamálum um at bera so í bandi at betra um hesi viðurskiftini:

- bæði við at seta skúlunum treyt við, at starvslýsingarnar skulu vera í tráð við ásetingarnar í sáttmálunum

- at samsvar er millum starvslýsing og veruliga arbeiðstíð

- at møguleiki skal vera fyri førleikamenning av stuðlunum

- at semja má gerast um krøvini til serstovu, soleiðis at ongin ivi er um, í hvørjum lønarflokki stuðlarnir skulu flokkast

- og at námsfrøðiligir stuðlar fáa virðilig kor við einari fastari setan!

in Greinar
Created: 23 August 2016

AcyMailing Module